Endurlýsing - Adjunktur/lektari í stjórnmálafrøði til Søgu- og samfelagsdeildina
Starvsøkið:
Á Søgu- og samfelagsdeildini er eitt starv sum adjunktur/lektari í stjórnmálafrøði leyst at søkja. Vit sóknast eftir einum vísindastarvsfólki at granska, undirvísa og menna skeið í stjórnmálafrøði. Av tí at fleiri útbúgvingar á Søgu- og samfelagsdeildini eru tvørfakliga skipaðar, kann eisini roknast við, at tann setti/a kemur at undirvísa lesandi á øðrum útbúgvingum á deildini enn stjórnmálafrøði.
Førleikakrøv:
Fyri at verða sett/ur í starv sum adjunktur/lektari er ph.d.-útbúgving ella samsvarandi granskingarførleiki neyðugur.
Góður málkunnleiki krevst í skandinaviskum og enskum, umframt at tað er fyrimunur at hava innlit í føroyskan politikk og føroysk samfelagsviðurskifti ella vísa áhuga fyri at seta seg inn í hesi viðurskifti. Tað verður roknað við, at umsøkjarar, sum hava annað móðurmál enn føroyskt og fáa starv á Setrinum, innan 3 til 4 ár ogna sær so mikið góðan kunnleika til føroyskt, at tey í minsta lagi skilja føroyskt. Víst verður í hesum sambandi til málpolitikkin hjá Setrinum, sum sæst her.
Dentur verður lagdur á, at umsøkjarar hava góðar granskingar- og undirvísingarførleikar, góð samstarvsevni og eru fúsir at arbeiða til frama fyri deildina í breiðari merking. Á deildini arbeiða umleið 30 fólk við ymiskum førleikum og innan ymisk fakøki, og her er eitt gott og gevandi akademiskt umhvørvi við kjaki og samstarvi tvørtur um fakmørk. Vit rokna við, at tann setti/a sær virði í at samstarva tvørtur um fakmørk á deildini.
Setanargongd:
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Føroya landsstýri og AKF.
Umsókn:
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd, yvirlit yvir vísindalig avrik og arbeiðsroyndir. Í mesta lagi fimm vísindaligar útgávur/greinar kunnu leggjast við umsóknini. Møguligar undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir framda undirvísing saman við ummæli og eftirmetingum, um tílík eru til taks. Umsóknin skal skrivast á enskum.
Onnur viðurskifti:
Tú søkir starvið við at fylla hetta oyðublaðið út og hefta tey viðkomandi skjølini við.
Umsóknarfreistin er 15. juni 2023. Starvið skal eftir ætlan setast 1. november 2023 ella eftir nærri avtalu.
Dagliga starvsstaðið er Søgu- og samfelagsdeildin, Jónas Broncks gøta 25.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hans Andrias Sølvará, dekan, tlf. 292583; hansas@setur.fo ella Jens Christian Svabo Justinussen, útbúgvingarleiðara, tlf. 292582; jensj@setur.fo. Upplýsingar um virksemið á Fróðskaparsetrinum eru at finna á heimasíðuni www.setur.fo.